Í hesum døgum er HM í rógving í Aiguebelette í Fraklandi, og millum luttakararnar er føroyski Sverri Nielsen. Umframt at stríðast um heiðursmerki, er møguleikin at vinna sær eitt pláss í OL í Rio í 2016 upp á spæl.
Higartil hevur gingið sum eftir ánni hjá unga rógvaranum. Hann kappast móti 41 øðrum rógvarum, sum er eitt methøgt tal av luttakarum í HM. Sunnudagin gjørdist hann nummar tvey í sínum riðili í innleiðandi umfarinum, og vann sær tí pláss í kvartfinaluni.
Og tíðliga seinnapartin eydnaðist tað Sverra Nielsen at rógva seg í semifinaluna, tá hann bleiv nummar trý í kvartfinaluni. Sverri er sostatt millum 12 teir bestu rógvararnar í heiminum.
Fyri at tryggja sær eitt pláss í OL-kappingini í Rio næsta ár, má Sverri enda millum níggju teir fremstu í HM kappingini. Hann má sostatt antin vinna seg í A-finaluna ella enda millum tríggjar teir bestu í B-finaluni.
Tey, ið fylgja við Sverra meta, at tað verður torført hjá honum at vinna seg í A-finaluna, og at tað somuleiðis verður torført at enda millum tríggjar teir fremstu í B-finaluni. Tó so, tá hann er komin so langt, kann alt henda.
Semifinalurnar verða fríggjadagin klokkan 09.05 og 09.12 føroyska tíð.