Sverri Nielsen eigur bestu watt tølini á danska landsliðnum

Føroyski rógvarin Sverri Nielsen, ið umboðar danska landsliðið Team Danmark, hevði fyri kortum bestu Watt tølini, ið Team Danmark hevur mált, skrivar TV2. 

 

 

Hann slóg egið met í nýggjari roynd, tá hann framleiddi 537 watt í seks minuttir, sum er tað hægsta, ið Team Danmark hevur mælt. 

 

 

Avrikið eru serstakt, og tað er eitt úrslit av, at hann er ein stórur rógvari. Stór fólk framleiða hægri watt enn lítil fólk, tá samanbering verður gjørd við aðrar ítróttagreinar. Sjálvt á bólkinum fyri tungar rógvarar liggur hann ómetaliga høgt, sigur Peter Møller Christensen, sportsfysiologurin á liðinum við TV2. 

 

 

Royndin vísir, at eg verði betri, og at har eru framstig. Tað er frálíkt at síggja. Tað byrjar at líkjast einum fyriskum støði, har vit nærkast teimum allarbestu í heiminum í úrvalsítrótti, sigur Sverri Nielsen við TV2 Sport. 

 

 

Sverri Nielsen hevur síðani 2011 verði partur av Team Danmark, og hevur róð í einskullara fyri Danmark. Hann er uppvaksin í Miðvági, og hevur róð føroyskan kappróður og innandura róður.