2. apríl 1933 bleiv Sverre Ingolf Midjord borin í heim. Hettar var ein hørð og beisk tíð at vaksa upp í, tí ikki var nógvur peningur millum manna, og fólk royndist sum best at klára til dagin og vegin. Sverre var somikið heppin at koma at vaksa upp hjá fittum og hjartagóðum fólkum, nemliga ommu og abba sínum, Juliu og Poul J. Midjord.
Somikið stóran prís setti Sverre á sín uppvøkstur, og góðu fólk, ið uppaldu hann, at hann eftir fólkskúlan fór at sigla við Leivi Øssursyni, so hann kundi betra um og útbyggja barnaheimið, og tískil hjálpa til hjá teim gomlu. Hann fekk líka frá barnaárum lagt niður í seg at hugsa um onnur, og tey minnumenti. Nakað sum hevur fylgt Sverra alla hansara tíð.
Sverre lærdi og kom at arbeiða á Posthúsinum, har hann arbeiddi frá 1950-69. Síðan arbeiddi hann á Gjaldstovuni, seinni Toll og Skattstovu Føroya, inntil pensiónsaldur.
Sverre Midjord var í Tvøroyrar býráð árini 1966–1984 og 1989–2008, harav borgmeistari 1967–1984. Sverre sat á Tingið fyri Suðuroynna 1978–1980, 1990–1994 og 2004–2008, og var fastur eykamaður fyri javnaldran, og bygdamannin Atla Dam árini 1975–1978 og 1985–1988.
Men ikki bara politiskt hevur Sverre verið aktivur. Serstakliga innan ítróttin, hevur Sverre verið ein eldsál á Tvøroyri. Hann hevur verið uppihavsmaður til mangt meistaraheitið á plássinum, bæði innan fótbóltin, hondbóltin og sum borðtennis-spælari.
Nevnir ein TB, kemur ein ikki uttanum Sverra, og hava tvørafólk nógv at takka honum fyri, fyri hansara ótroyttiliga arbeiði, bæði sum venjari, spælari og sum formaður í elsta ítróttarfelagnum í landinum. Mangar veitslurnar og samankomur fyri spælarir og venjarar hevur Sverre staðið fyri, umframt at hjálpt til, tá unglingar eru farnir uttanlands á ítróttarskúla osv. Aktivir spælarir í dag, hava havt Sverra sum venjara, so enn er hansara ávirkan galdandi innan føroyska ítróttin.
Sverre var eisini við, tá ítróttarhøllin varð bygd, og kann nú gleðast yvir, at nýggið vøllurin hjá TB liggur beint við høllina. Tað var ikki av tilvild, at Sverre sjálvur setti fyrsta spakan í við vøllin við Stórá, nýggja stásiliga heimavøllin hjá TB.
Eisini tá flakavirkið varð bygt, var Sverre við, og má tað verð hugaligt nú at síggja, at vinnulívið enn einaferð blomstrar á Tvøroyri.
Tú hevur upplivað nógv Sverre, tú upplivdi hvussu trongligt fólk høvdu tað, tá vit vóru ungir. Og kanska nettup tí er tað, at tú hevur verið við til at betra um livikorini hjá okum øllum, ungum sum gomlum her á hesum klettum.
Og tú byrjaði longu við teimum, ið tóku sær av tær tá tú vaks upp, nemliga ommu og abba tínum, ið tú av eintingum bygdi eini snotilig hús. Tú fór sjálvur til skips sum blaðungur, tí har var peningur at forvinna.
Vit upplivdu eina harða og svára tíð sum óvitar. Kanska tí var tað, at vit sjálvur gjørdu nakað við støðuna, fyri at betra um. Alt gott um tey ungu í dag, men um tey høvdu upplivað tað vit gjørdu, ja kanska høvdu tey sett meiri prís uppá, hvussu gott vit hava tað í dag. Men lat tað bara liggja.
Ja at Sverre eisini hevur verið sjómaður, eru kanska ikki nógv, ið vita av. Okur møttust umborð á Rødul í Íslandi, og altíð var tað stuttligt at møtast. Tú legðist seinni á land, har tú so sanniliga hevur gjørt ein mun innan so nógv økir. Sjálvur helt eg áframm á sjónum.
Nú eri okur gamlir báðir, men enn er tað líka so stuttligt at møtast og práta, tí sjálvt um kroppurin er gamal, er vitið enn ungt og líka forvitið, tíðanbetur.
Eg fari við hesum fátæku orðum at heilsa tær vinurin. At tú fær ein blíðan byrð framyvir. Tú hevur í hvussu so er uppiborið tað, tú Føroya sonur.
Hjartaliga Tillukku Sverre.
-----
Heilsan ein vinur