Sverri Leivssonur Justinussen 40

Hósdagin 16. august fer ein kendur glyvramaður um fýrati ára hvarvið. Sverri Justinussen. Hann er kendur úr fleiri høpum, og er ein av hesum ungu monnunum, ið ikki hevur latið tíðina bíða eftir sær. Foreldur hansara eru Nancy hjá Glyvra Pola og Leivur við Stein, bæði av Glyvrum. Sverri er eftirdøttur og væl yngstur av systkjunum. Hini eru Marjun, Napoleon og Jústines.

 

Hann vaks upp í sera góða grannalagnum, har forfedrar hansara høvdu búð í fleiri ættarlið og har nógv av skyldfólki hansara búði og býr. Botnurin til hansara akademiska førleika varð lagdur í Glyvra Skúla. Í fólkaskúla og framhaldsdeild. Hann var ein av teimum, sum fekk studentsprógv úr skúlanum við Gøtugjógv, og hann mundi vera nakað knáur og liggja væl fyri í broddi fylkingar, táið hann var røðari á Gøtusandi hin minniliga summardagin í 1987.

 

Eftir at hava virkað sum læraravikarur og fyrifallandi arbeiðsmaður í eitt ár, lá leiðin suður á asfaltið. Á Keypmannahavnar Lærda Háskúla. Statsøkonomar plagdu vit at rópa hesar cand. polit´arnar í gomlum døgum, og nú táið alt hevur fingið frøðingaheitið, er hann helst ein av okkara dugnaligu stjórnmálafrøðingum. Hann varð endaliga avlærdur frá KU í 1998, táið hann hevði vart serritgerðina: Aktiemarkets anomalier – med særligt henblik på en eventuel p/e-effekt på det danske aktiemarked. Eftir tað virkaði hann í eina tíð hjá danskari fyritøku, sum fekst við keyp og sølu av partabrøvum o.ø.

 

Hóast hann treivst hampuliga væl í danska stórbýnum, millum vinir og kenningar, mundi ongin ivast í hvagar leiðin fór at ganga. Heimkærur sum hann er, og so merkiliga føroyskt samansettur, varð valið so sjálvsagt. Og hann byrjaði sína yrkisleið í Fíggjarmálaráðnum, táið Karsten hjá Leirvíks-Fríðrikki ráddi fyri borgum úti í Albert Hall, og seinri fekk Føroya Sparikassi klórnar í hann. Har hevur hann verið við í kollosalu menningini hesi seinastu árini, og er nú leiðari á kendu deildini - Eik Markets.

 

Tíðin, frá tí at neonljósini og teldurnar slókna úti við Strond, hagartil nýggjur dagur rennur úr dimmalættingini aftur, er tjokkfull av diverse áhugamálum. Tíðliga sýndi hann seyðahaldi og akurbrúki ans, og hann hevur verið røktingarmaður hjá skyldmonnunum Heimi í Stovu, yviri á Hjøllum, síðani hann kom heimaftur eftir lesna. Tað var tó í ítróttinum, at hann rættiliga gjørdi um seg. Sagt verður, at hann er ímillum størstu hondbóltstalent, sum yvirhøvur hava verið í Føroyum. Her bregur hann ikki úr ætt, og saman við Jens Martini mundi hann vera meginásin á 1. deildarliðnum hjá NSÍ í áttatiárunum, sum stóð flestu liðum kurl. Ja, leikti javnt upp ímóti vestmenningum og Kyndli. Teir vórðu báðir tiknir út til manslandsliðið, og vóru við ta minniligu ferðina, í seinru helvt av áttatiárunum, táið føroyingar einastu ferðina vunnu á íslendingum í landsdysti. 21-20 á útivølli. Sigur kanska nakað um hvussu hondbólturin kundi havt ment seg, høvdu vit havt skipaðan landsliðspolitik, heilt frá tíðini táið CHM var í Føroyum í 1980. Seinri spældi hann við føroyingunum niðri og síðani við Tjaldur og StÌF tey seinru árini. Prúðu yvirarmarnir borga fyri hørðum skoti, og hann hevur verið ein marra fyri mangan málmannin øll hesi árini. Táið skotríðurnar komu úr vinstru síðu. Nú hava bróðursynirnir tikið yvir, har steinabrøðurnir sleptu. Sverri var harumframt ein fínur fótbóltsspælari, og tey talentini brúkti hann í heimstaðarfelagnum NSÍ. Árini hava síðani gjørt ítróttina til dagdvølju. Motión og innanfurafótbóltur.

 

Umframt at vera knáur á harmonikuni og durkdrivin sum undirspælari í veitslulagi, er hann í úrvalda liðnum hjá glyvrapresti, Meinhardi Bjartalíð, í Kóri Glyvra Kirkju. Sum m.a. imponeraði allar føroyingar, táið sungið varð fyri yvirtøkuni av kirkjuni, sum er andaliga heimið hjá Sverra og hansara ættarfólki. Hann stórtrívist í natúruni, men hevur tó ikki fingið dráttin frá havinum í æðrarnar, sum pápin meiri at kalla er besettur av. Leivur, sum hevur verið til skips heilt upp í ellisár, fer um tey 82 fríggjadagin, og hann er á floti táið klúgvandi er, og fáur man kenna fjarðarinnar djúpu nám betri enn hann. Tað vignast at kalla hvørja ferð. Sverri býr saman við Piu og dóttrini Nannu í gomlu grótlagaðu húsunum við Stein, og tað sigst, at hann verður burturstaddur hósdagin.

 

ti