Nýggja búskaparráðið, sum varð valt á nýggjárinum og sum situr til nýggjársaftan 2016, hevur nú havt sín fyrsta fund.
Á tí fundinum hevur ráðið skipað seg við Sverra Hansen sum formanni.
Hini nevndarlimirnir eru Herit V. Albinus og Thomas Dam og nýggja Búskaparráðið ætlar at koma við síni fyrstu frá frágreiðing um miðjan mars.
Sverri Hansen er stjóri í Útnorðurgrunninum?. Han ner útbúgvin sum cand oecon frá lærda háskúlanum í Århus.
Hann hevur havt sæti í grønlendska búskaparráðnum og hevur drúgvar royndir úr ymsum størvum, eitt nú var hann formaður í Framtaksgrunninum í kreppuárunum í nítiárunum.