Føroyski europameistarin í rógving, Sverri Sandberg Nielsen, hevur fingið staðfest covid-19. Hetta skrivar roning.dk.
Sverri hevur síðan 14. november verið á venjingarlegu í Portugal saman við danska landsliðnum. Øll á venjingarleguni hava tikið koronuroynd í sambandi við komu, og tá vóru øll negativ. Men sambært roning.dk bleiv fysioterapeuturin Nicolai Hjelmroth, sum kom á venjingarleguna eina viku seinni, staðfestur positivur, aftaná hann fekk sjúkueyðkenni týsnáttina.
Rógvararnir á danska landsliðnum hava síðan tá verið í sóttarhaldi í sínum kømrum, og royndir eru tiknar. Higartil er tað bara Sverri, sum er staðfestur positivur, meðan restin av liðnum eru negativir.
Sverri fer nú í sóttarhald í minst 48 tímar og skal eingi sjúkueyðkenni hava, áðrenn hann sleppur til Danmarkar aftur, skrivar roning.dk.