Pál Joensen hevur sum einasti føroyingur mengað at tryggja sær luttøku í OL í Rio í summar. Ikki eru nógvir aðrir um boðið enn, men ein er kortini, sum kanska fær møguleikan.
Sverri Nielsen hevur ment seg til at gerast millum fremstu rógvarar í ríkinum seinastu árini og í EM um vikuskiftið eydnaðist tað honum at vinna seg í A-finaluna.
Sunnudagin gekk tó ikki heilt eftir vild, og endaði hann aftast av seks í finaluni, sum varð róð í sera ringum líkindum.
Danmarks Rocenter hevur tó avgjørt at geva honum ein møguleika aftrat at sleppa við til Rio. Í eini OL-kvalifisering í Luzern í Sveits 22. til 24. mai, skal Sverri Nielsen megnað at enda millum tríggjar teir bestu, um hann skal sleppa við til OL.
Katrin Olsen, sum sjálv hevur róð fyri Danmark í OL, tað var í Peking í 2008, sigur, at eftir hennara tykki hevur Sverri Nielsen góðar møguleikar at enda millum tríggjar teir bestu.
Tó so, sigur hon, danir senda einans ein bát úr kvalifikatiónskappingini til OL, og við tað, at Mads Rasmussen og Rasmus Quist, sum gjørdust olympiskir meistarar í London í 2012, eisini skulu luttaka á hesi stevnuni, er líkt til, at hesin luturin fellur teimum í lut. Teir vera mettir at hava betri møguleika at vinna heiðursmerki enn Sverri Nielsen, skuldu teir megna at tryggjað sær luttøku, og tí høvdu teir verið valdir framm um unga føroyingin.
Kortini, vónin er ikki heilt sløkt hjá Sverra Nielsen. Eitt skot er eftir í byrsuni.