Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Heimsins triðstørsti býur, Meksiko Býur, líkist mest einum spøkilsisbýi í dag. 20 milliónir fólk búgva í og kring Meksiko Bý, men gøturnar eru tómar. Øll almenn støð í Meksiko Býi eru stongd, og bert vápnaðir hermenn halda vakt við sjúkrahúsini. Orsøkin er útbrotið av deyðiligu farsóttini svínakrím, ið hevur sín uppruna og ger mest um seg í Meksiko.
24 ára gamli Sverri í Sandagerði úr Havn er staddur í útjaðaranum á Meksiko Býi, í Atizapan, sum er hálvanannan tíma frá sentrum á Meksiko Býi, har hann býr saman við unnustu sínari Sandra Maria.
Síðani fyrst í mars hevur Sverri gingið á málskúla har, men ætlar sær at lesa víðari á universiteti eftir summarfrítíðina. Hann greiðir soleiðis frá støðuni.
- Hetta er nokkso dramatiskt. Sum er nú, so eru vit bara heima. Skúlarnir eru stongdir og so at siga alt landið er í karantenu. Gøturnar úti eru tómar, tí alt er stongt. Vanliga so tekur tað hálvanannan tíma at koyra inn til býin, men nú hevði tað helst bara tikið hálvan tíma, tí eingir bilar eru á vegunum, greiðir Sverri frá.
Púra óveruligt
Í gjár boðaði meksikanska stjórnin frá, at okkurt um 35.000 almenn støð í Meksiko Býi vóru stongd. Umframt at hava biðið matstøð um bert at servera take-away máltíðir, hava myndugleikarnir kravt at barrir, klubbar, biografar, leikhús, venjnga- og ítróttahøli og samkomuhallir stongd til 6. mai.
- Her er næstan alt stongt. Bert onkur matvøruhandil er opin. Hetta er nokkso óveruligt. Um tú fer útum, so ganga fólk í maskum. Men vit vilja ikki fara út. Staturin her mælir øllum til at vera heima, soleiðis at sjúkan ikki breiðir seg, og vit hava verið inni í nakrar dagar, kanska farin líka út um dyrnar, og so innaftur, sigur Sverri í Sandagerði.
Var tað ikki nóg dramatiskt við útbrotinum av svínakrími, so bleiv tað uppaftur verri mánadagin, tá ein jarðskjálvti á 5,6 ár Richterstiganum rakti Meksiko Bý.
- Her hendir ótrúliga nógv í senn, og vit royna bara at fylgja við í tí heila, greiðir Sverri í Sandagerði frá.
Fólk eru nervøs og bangin
Sambært Sverra í Sandagerði er stemningurin millum fólk eitt sindur dapur.
- Eitt er tað, at stjórnin hevur mælt fólki til ikki at fara út. Men eitt annað, sum eisini er eitt sindur óhugnaligt, tað er at stjórnin hevur sagt, at hevur herurin mistanka um at eitt hús er smittað við svínakrími, so hevur militerið fingið loyvi at koma inn og seta alt húsið í karantenu, vísir Sverri í Sandagerði á.
Umframt at fólk í Meksiko óttast at fáa militerið á dyrnar, so er ein av orsøkunum til at fólk eru nervøs og bangin eisini, at vanliga fólkið í Meksiko ikki hevur so nógvar pengar at fara um við.
- Fólkini her eru eitt sindur fátøk, um man kann siga so. Her er tað ikki heilt sum í Føroyum, at tú bara kann møta upp á einum sjúkrahúsi og verða viðgjørdur púra ókeypis. Her kostar tað nógvar pengar, og fólkini her hava ikki ráð at fara á sjúkrahús uttan at tað er allarhægst neyðugt, sigur Sverri í Sandagerði.
Støðan er álvarslig
At støðan er álvarslig í Meksiko, er Sverri í Sandagerði ikki í iva um. Tvørturímóti.
Í sjónvarpinum upplýsa alla tíðina um, hvussu fólk best kunnu verja seg, eitt nú við at vera inni, og við ikki at gera, sum vanligt er í Meksiko, og mussa fólk á kjálkan tá tú heilsast og við at upplýsa um týdningin á reinførinum.
- Og so er tað eisini tað, at her í Meksiko hava skúlarnir ikki verið stongdir síðan stóru jarðskjálvtarnar í 1985, sum komu upp á 8,1 á Richterstiganum, og nú eru teir stongdir. Tað vil siga at støðan er nokkso álvarslig. Men vit fáa ikki so øgiliga nógv at vita sum so, men tað er kanska fyri okkara egna besta, soleiðis at tað ikki verður panikkur. Men at tey stongja skúlan er kanska ikki so løgið, tí har ganga hóast alt 100.000 næmingar, sigur Sverri í Sandagerði.
Sjálvur sigur Sverri í Sandagerði at tey hava tað gott, og at eingin í familjuni har er vorðin sjúkur enn. Tó er sjúkan ikki longri burtur enn so, at eitt ella tvey fólk nær við Atizapan fyri kortum eru vorðin sjúk av svínakrími.