Nýggjasta navnið á ársins G! skrá er svenski undirgrundsbólkurin Loney, Dear.
?Um Sufjan Stevens bjóðaði the Pixies, Beach Boys og Sigur Rós til knekkbreyð í einari lítlari íbúð í Stockholm, og mikrofon var í rúminum, hevði upptøkan ljóðað sum Loney, Dear.?, soleiðis lýsir G! svenska bólkin Loney Dear, ið kom á G! skránna í dag.
Hóast Svøríki er best kent fyri superpopp so er eisini ein livandi og serstakliga spennandi undirgrundsrørsla, ið tekur av svenska, lurtaravinarliga, melodiøsa tónleikaarvinum og kortini gongur nýggjar, ótraðkaðar gøtur. Talan er um nøvn sum The Knife, Jose Gonzalez og Peter, Bjorn & John. Á einari av hesum gøtum gongur Loney, Dear.
Emil Svanängen er Loney, Dear. Í einum lítlum heimastudio situr hann einsamallur og samlar sínar mongu tónlistarligu Ikea-møblar. Hann er líka nútíðarhóskandi, sum hann er tíðarleysur, men fyrst og fremst er tónleikurin einki-at-taka-feil-av svenskur. Hann er vakur og elegantur sum ein køkur, djúpur sum ein leðursofa, heimføddur sum bláu og gulu fløggini, men við nærum óendaligari altjóða atdráttarmegi.
Loney Dear er sambær G! fantastiskur á palli, har Svanängen hevur fullmannað orkestur aftrat sær, skrivar G! á heimasíðu síni í morgun










