Svenskur tjóðardagur í dag

Í dag er svenskur tjóðardagur – sum tey áður hildu sum svenskan flaggdag. Dagurin verður hildin sum halgidagur.

Í dag er svenskur tjóðardagur – sum tey áður hildu sum svenskan flaggdag. Dagurin verður hildin sum halgidagur.

 

Tjóðardagurin er til minnis um tann dagin, tá Gustav Vasa varð valdur til svenskan kong í 1523 – og Svøríki gjørdist sjálvstøðugt land, og um stjórnarskipanina frá 1809 (sum var í gildi fram til 1974). Hesar hendingar fóru báðar fram 6. juni.

 

Fyrr var 6. juni bara hildin sum »svenska flaggans dag«, og tað var ikki fyrr enn í 1983, at dagurin fekk støðu sum tjóðardagur. Síðani 2005 hevur tjóðardagurin verið halgidagur.

 

 

Norðurlendsku tjóðardagarnari eru:

 

Noreg 17. mai

Danmark 5. juni

Svøríki 6. juni

Åland 9. juni

Ísland 17. juni

Grønland 21. juni

Føroyar 29. juli

Finnland 6. desember