Ein sjey ára gamal drongur doyði í kvøld av svínakrími á einum sjúkrahúsi í svenska býnum Helsingborg. Tað skreivar Helsingborg Dagblad á síni heimasíðu. Trý onnur fólk liggja á sjúkrahúsum ymsastaðni í Skåne, har tey fáa viðgerð fyri svínakrím.
Svínakrím ella H1N1 varð staðfest í Meksiko fyri tveimum árum síðani og breiddi seg til fleiri lond um allan heimin. Sambært svensku heilsumyndugleikunum hevur sjúkan kravt umleið 30 mannalív í Svøríki.
Í løtuni eru umleið 20 sviar smittaðir við H1N1.










