Svenskur sjálvmálssigur

Eitt sjálvmál, sum Ian Azzopardi gjørdi 10 minuttir fyri tíð, tryggjaði í gjárkvøldið Svøríki og Zlatan Ibrahimovic ein 1-0 sigur á Malta. Harvið livir svenska vónin um HM-endaspælið í Suðurafrika komandi summar framvegis. Svenskararnir høvdu hópin av kjansum ímóti hartarbeiðandi maltesisku verjuni, men fingu ikki hol á, fyrr enn sjálvmálið gjørdi munin. Rasmus Elm kastaði eitt langt innkast ímóti aftaru stong, og har var Azzopardi so óheppin at koyra bóltin í egið mál.