Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, fær í dag vitjan av svenska ráðharranum í norðurlandamálum, Christina Husmark Pehrsson Á fundi fara ráðharrarnir at umrøða samstarvið millum londini í norðurlendskum høpi. Millum annað fara ráðharrarnir at umrøða, hvussu norðurlond í felag kunnu taka við teimum stóru avbjóðingum, sum samtíðin setur okkum. Harumframt fer Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, eisini at greiða frá føroysku ætlanunum í norðurlendska samstarvinum, soleiðis at sviar kunnu taka undir við teimum.
Samstarvið millum norðurlond er skipað í Norðurlandaráðnum (NR) og Norðurlendska ráðharraráðnum (NMR). Norðurlandaráðið fevnir um samstarv millum tinglimir úr øllum Norðurlondunum, og er skipað sum eitt ting við 87 limum, ið kemur saman einaferð um árið. Føroyar hava 2 tinglimir í Norðurlandaráðnum.
Samstarvið millum norðurlendsku stjórnirnar er skipað í Norðurlendska ráðharraráðnum, ið var sett á stovn í 1971. Norðurlendska ráðharraráðið leiðir samstarvið á stjórnarstigi; og samskipar dagliga virksemið í norðurlendska samstarvinum. Eisini umsitur Norðurlendska ráðharraráðið teir ymsu norðurlendsku stovnarnar.
Formliga hava forsætisráðharrarnir evstu ábyrgd av hesum samstarvinum, men tað eru norðurlendsku samstarvsráðharrarnar (MR-SAM), ið dagliga fyrisita hesa heimild. Samstarvsráðharranir eru átta í tali, ein fyri hvørt Norðurland.