Christina Meehan Lång, sum er prestur í Härnösand stiftinum í Svøríki, hevur frá dómpróstinum fingið eina ávaring, tí hon hevur havt bæði ósømiligan atburð og ósømiligan málburð.
Hon fær nú eina royndartíð í trý ár til at vísa, at hon hevur tikið sær betri partar fyri, og um ikki, kann hon til ta tíð missa rættin at vera prestur í svensku kirkjuni.
Serliga er tað follið kirkjuni fyri bróstið, at Christina Meehan Lång hevur framt álop á persónar á Facebook, og at hon í tí førinum brúkti sera ósømiligan málburð, sum skrivað stendur í tíðindaskrivi frá Härnösand stiftinum.
Eisini skal hon hava brúkt ljótan munn á eini legu fyri konfirmantar og í samband við undirvísing av konfirmantum, har hon í tí eina førinum bað tey ungu halda kjaft.
Alt hetta, tey leggja meg undir, er gjørt í spølni, tí í veruleikanum eri eg ein dugnaligur prestur, sum gangi høgt upp í tað, sum eg geri, hóast eg kann vera heldur umstrídd og kjaftabreið viðhvørt, sigur Christina Meehan Lång.










