2. - 4. mars verða vikuskiftismøtir við Carl-Gustaf Severin í Kelduni. Carl-Gustaf er ein trúarprædikumaður, sum hevur tala í stórum pørtum av heiminum, herav serliga í Russlandi og fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Carl-Gustaf hevur verið í Kelduni tvær ferðir áður í samband við páskastevnur.
Tey, sum hava hoyrt Carl-Gustaf, kenna eisini til hansara serligu evnir at greiða frá hendingum í hansara lívi, á ein livandi og skemtligan hátt. Við á ferðini er kona hansara Monika, skrivar Keldan.