Í 2004 framførdu teir 40 ferðir um alt Svøríki. Í 2005 framførdu teir 35 ferðir, og gjørdu tvey sjónbandaløg til fyrstu útgávuna hjá sær Including you. Sjálvir siga limirnir í bólkinum, at tað er kærleikin til Gud og tónleikin, ið heldur teimum saman sum bólk.
Fyrsta fløgan Including you kom út í mai í 2004. Seinna fløgan er á veg, tó er enn óvist, nær hon kemur í handlarnar. Fyrsta fløgan bleiv sera væl umtókt, og tískil eru tað nógv í bíða spent eftir tí seinnu. I heimlandinum er bólkurin ein sera væl umtóktur live bólkur.









