Svenskur afrikanari til B36

24 ára gamli Brima Koroma, sum er úr Sierra Leone, men síðstu 10 árini hevur spælt í Svøríki, skal komandi vikuna royna at spæla seg til ein sáttmála við B36

FÓTBÓLTUR

 

Brima Koroma er sambært B36-heimasíðuna framrættaður miðvallari, men í Svøríki, har hann hevur verið í 10 ár, hevur hann tó mest spælt sum framherji. Í svenskum fótbólti er hann serliga kendur fyri sín skjótleika, og hesi árini er tað blivið til um 60 dystir í bestu deildini, Allsvenskan.

Nú skal 24 ára gamli Koroma komandi vikuna royndarverja við Vodafoneliðnum hjá B36. Er felagið nøgt við hann, verður talan helst um eina avtalu, ið fyribils gongur fram til summarsteðgin.

Nógv bendir á, at Brima Koroma, sum eisini hevur spælt onkran landsdyst fyri afrikanska heimlandið, mest kemur til Føroya fyri at koma fyri seg aftur, eftir at yrkisleiðin ikki hevur lagað seg heilt eftir vild seinnu árini.

 

Spælt við Botafogo

Brima Koroma var bara 15 ára gamal, tá hann í 1999 kom til felagið Vasalund/Essinge, og haðani fór hann í 2003 til Allsvenskan-felagið Enköping SK, har hann var í tvey ár . Serliga gjørdi hann vart við seg tað fyrra árið, hóast felagið flutti niður.

Í 2005 og tvey ár fram var hann at síggja í Allsvenskan aftur, tá Kalmar FF gjørdi sáttmála við hann, men síðstu tvey árini hevur hann spælt við Valsta Syrianska í triðbestu svensku deildini.

Í tríggjar mánaðir fyrst í 2004, meðan hann enn hevði sáttmála við Enköping SK, var Koroma leigaður brasilska felagnum Botafogo, sum eitt nú er kent fyri at hava alt upp spælarar sum Garrincha, Nilton Santos, Didi, Zagallo, Gerson, Jairzinho og aðrar.