Svensku miðlarnir halda at Häcken slapp væl við 0-0

Síggj hvat størri svensku miðlarnir skriva um avrikið hjá svensku meistarunum móti føroysku meistarunum

Peter Abrahamsson, málverjin hjá BK Häcken bjargaði liðnum undan tapi móti føroysku meistarunum, KÍ. 

 

Tað heldur ítróttardeildin hjá stóra svenska blaðnum, Aftonbladet, ið nevnist Sportbladet:

 

##med2##

 

##med3##

 

Ítróttardeildin hjá hinum stóra svenska blaðnum, Expressen sum nevnist Sportsexpressen dregur fram avrikið hjá svenska málverjanum hjá KÍ, Jonathan Johansson sum eitt framúr gott avrik. Aftur verður drigið fram, at málverjin hjá KÍ er elektrikkari:

 

##med4##

 

Stóra blaðið í heimbýnum hjá BK Häcken, Göteborgsposten staðfestir, at svensku meistararnir vóru "nullaðir" í Klaksvík, also megnaðu ikki at skora. Eisini teir skriva um, at Peter Abrahamsson í málinum bjargaði Häcken undan tapi í Klaksvík:

 

##med5##

 

##med6##

 

Størsta blaðið í Noregi, VG roynir at byggja ein norskan spenning upp kring dystin, har liðið hjá norska, Magne Hoseth og liðið hjá norska, Per-Mathias Høgmo skulu kappast um at møta vinnaranum av samlaðu uppgerðini millum Molde og HJK Helsinki:

 

##med7##