Svenska kvinnulandsliðið í fótbólti vann í kvøld brosnu í HM-endaspælinum. Dysturin um bronsuna var ímóti Fraklandi, og endin var, at tær svensku kvinnurnar vunnu 2-1.
Svøríki kom á odda í 29. minutti, men Frakland javnaði, tá ellivu minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Í 68. minutti fekk ein av teimum svensku kvinnunum reytt kort fyri at sparka ein mótleikara, meðan báðar lógu niðri. Svenska sigursmálið kom í 82. minutti aftan á hornaspark.
Eina løtu seinni vildu tær fronsku kvinnurnar hava brotsspark, tí bólturin kom í hondina á einari av teimum svensku kvinnunum, men dómarin sá tað ikki.