Svensku HM-vertirnir taptu í aðalroyndini

Serbia vann venjingardystin móti Svøríki í Halmstad

Mikukvøldið klokkan 20 byrjar HM-endaspælið í Pólandi og í Svøríki við setanardystinum millum Póland og Frakland.

 

Í kvøld høvdu svensku HM-vertirnir seinastu aðalroyndina, tá teir spældu venjingardyst í Halmstad móti Serbia.

 

Serbia vann dystin 30-28. Svøríki var á odda 13-12 í steðginum.

 

Svensku ítróttarmiðlarnir halda, at tað eru lutir sum kunnu bøtast í svenska spælinum undan fyrsta dystinum í HM-endaspælinum. Hóskvøldið klokkan 19.30 verður Brasil mótstøðuliðið.

 

Hini liðini í bólkinum eru Kap Verde og Uruguay. Svøríki og Brasil eru favorittar til at vinna seg víðari til ovara millumspælið.

 

Svensku leikararnir heiðraðu farnu svensku venjaralegenduna, Bengt "Bengan" Johansson við at hava "Bengan" á troyggjunum. Bengan førdi Svøríki til bæði HM-gull, EM-gull og OL-silvur.

 

Svøríki-Serbia 28-30 (13-12)

 

Svøríki: Lucas Pellas 5, Max Darj 3, Jim Gottfridsson 3, Eric Johansson 3, Felix Claar 3, Hampus Wanne 2, Lukas Sandell 2, Daniel Pettersson 2, Fredric Pettersson 2, Linus Persson 2, Jonathan Carlsbogård.

 

Serbia: Bogdan Radivojevic 5, Lazar Kukic 5, Vukasin Vorkapic 4, Nemanja Ilic 4, Petar Djordjic 4, Mijajlo Marsenic 2, Ivan Popovic 2, Predrag Vejin 2, Uros Borzas, Marko Milosavljevic.