Taka vit sviar, norðmenn og danir, eru tað serliga teir svensku útróðrarmenninir, sum fáa væl burtur úr állaveiði
Taka vit sviar, norðmenn og danir, eru tað serliga teir svensku útróðrarmenninir, sum fáa væl burtur úr állaveiði.
Állaveiðan er nevniliga rættiliga týdningarmikil hjá svenskum útróðrarmonnum, sum í 2006 veiddu tilsamans 800 tons.
Men eisini hjá svenskum útróðrarmonnum hevur seinastu árini verið afturgongd í veiðini eftir álli.
Sama hevur verið hjá donskum útróðrarmonnum.
Fyri stívliga 10 árum síðan veiddu danskir útróðrarmenn tilsamans 700 tons av álli um árið, men í 2005 veiddu teir bert 512 tons.
Í mun til veiðina hjá svium og dønum, er állaveiðan hjá norskum útróðrarmonnum meira beskeðin og liggur niðanfyri 300 tons um árið.
Állur verður annars veiddur framvið allari evropeisku strondini.
Ein stórur partur av hesi veiði er smáur állur og állayngul, sum fer til aling, bæði í Evropa og Kina