Svenskir IS-stríðsmenn umbýttir

Tveir svenskarar, sum eru farnir av landinum at stríðast fyri víðgongdu islamistarørsluni, IS, eru latnir leysir úr fongsli í Turkalandi.

Tveir svenskarar, sum eru farnir av landinum at stríðast fyri víðgongdu islamistarørsluni, IS, eru latnir leysir úr fongsli í Turkalandi.

Hetta hendir, eftir at turkiskir myndugleikar hava latið leysar útivið 180 IS-stríðsmenn, sum hava sitið fongslaðir í Turkalandi, og teirra millum vóru so teir báðir svensku ríkisborgararnir.

Afturfyri IS-stríðsmenninar blivu nakrir turkiskir diplomatar, sum islamistarnir høvdu tikið sum gíslar, latnir leysir. Turkisku diplomatarnir blivu tiknir sum gíslar, tá IS leyp á næststørsta býin í Irak, Mosul, í juni mánaði.

Annar av svenskarunum skal vera ein 22 ára gamal maður, sum var farin av landinum at stríðast við viðgongdu islamistunum, og pápi hansara hevur upplýst fyri Expressen, at sonurin nú annaðhvørt er staddur í Irak ella Sýrialandi.

Umframt teir báðar svenskararnar, teljast eisini tríggir fraklendingar, tveir bretar, tveir makedonar, ein sveisari og ein belgiari millum IS-stríðsmenninar, sum nú eru umbýttir við gíslar.