Svenskir grandprix veteranar

B-i-g er ein svenskur popbólkur, ið hevur spælt saman síðan miðskeiðis í 90´árunum.

 Teirra fyrsta stóra konsert var at hita upp á Scandinavium-Arena í Gøtuborg, tá ið heimskendi bólkurin dc Talk spældi har.
Sama dag gav bólkurin sína fyrstu stakfløgu út, ið nevndist Står På Berget. Stakfløgan Jag Ska Aldrig Lämna Dig, kom út ið sambandi við, at B-i-g luttók í svenska Eurovision Song contest í 1997. Lagið varð nógv spælt í svenskum útvarpi og endaði sum nr 3. í kappingini. Árið eftir royndi bólkurin seg aftur í Eurovision Song Contest, og gjørdist tá nr. 2.
So við og við kom bólkurin meir og meira fram í altjóða høpi og hevur spælt nógv á festivalum, rokkklubbum og samkomun í Týsklandi, Sveits, Russlandi, Eystlandi, Noreg, Danmark og Finlandi. Eisini hevur bólkurin verið á amerikonsku hittlistunum