Svenskir fjølmiðlar flest kvinnur

Onga aðrastaðni í heiminum eru so nógvar kvinnuligar keldur í miðlunum enn í Svøríki

Sagt verður, at altjóða miðaltalið á kvinnuligum keldum á bløðum, útvarpi og sjónvarpi er 20 prosent, men í Svøríki er hetta miðaltalið 30 prosent.

Hetta vísir kanning, sum Global Media Monitoring Project hevur gjørt í 71 londum, har kannað var, hvussu nógvir menn í mun til kvinnur sleppa framat í miðlunum. Sostatt liggur Svøríki á odda í kanningini, har tríggjar av tíggju keldum í svenskum blaðgreinum ella sjónvarpsinnsløgum eru kvinnur. Í restini av heiminum fáa bert tvær kvinnur orðið, hvørja ferð átta menn sleppa framat í fjølmiðlunum.


Um hugt verður eftir heimspørtunum liggur Norðuramerika klárt á odda, meðan Europa liggur í miðjuni, og Miðeystur er í botni. Danmark hevur ikki verið við í kanningini, men ein kanning av donskum miðlum fyri stuttum vísti, at danska kvinnuumboðanin í miðlunum líkist altjóða miðaltalinum.


Göteborgs-Posten (GP) var eitt av bløðunum í kanningini. Har stigur blaðstjórin Jonathan Falck, at GP ætlar at vera fremst í Svøríki, tá tað umræður um at lýsa bæði menn og kvinnur.

- Tað er alt ov lætt at ringja til ein mannligan serfrøðing av dovinskapi, bara tí hann er spurdur fyrr, sigur Falck. GP hevur sett eitt fólk, sum burturav skal kanna javnstøðuna, og hvønn dag mátar kvinnu- og mansumboðanina í tekstum og myndum. - Hetta økir avgjørt um tilvitanina um kynsligu umboðanina, heldur Falck.