Svenskir fótbóltsáskoðarar álopnir

Tveir svenskir fótbóltsáskoðarar, sum vóru farnir til Italia at hyggja at Europa Cup-dystinum millum Napoli og AIK Stockholm, vórðu álopnir og stungnir við knívi inni á einari matstovu í Napoli.

 

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at tá maðurin, sum eigur matstovuna, royndi at koma teimum báðum sviunum til hjálpar, bleiv hann eisini álopin og stungin. Teir báðir sviarnir, sum eru 27 og 41 ára gamlir, og matstovueigarin vórðu fluttir á sjúkrahús, men eingin teirra er í lívsvanda, verður sagt.

 

Kunningarstjórin hjá AIK Stockholm, Gunnilla Blombäck, sigur, at hon hevur ikki frætt, at viðhaldafólk hjá felagnum eru álopin í Napoli.

 

Harðskapur í sambandi við fótbólt er eitt rættiliga vanligt fyribrigdi í Italia. Fyri tveimum árum síðani vórðu áskoðarar hjá Liverpool álopnir við knívi í Napoli.

 

Dysturin ímillum Napoli og AIK Stockholm verður í kvøld.