Í hesum sambandi hitti hann eisini løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, skrivar Løgtingið.
Løgtingsforkvinnan og Hans Wallmark umrøddu ymisk viðurskifti av felags áhuga. Eitt nú sambandið ímillum Føroyar og Norðurlond.
Hans Wallmark er fyrrverandi ríkisdagsmaður. Í fleiri ár var hann eisini í Norðurlandaráðnum, har hann í tveimum førum var forseti.
Hans Wallmark hevur verið svenskur sendiharri í Danmark síðan 20. august í 2024.










