? Føroyar eru ein partur av norðurlendska samstarvinum, sum vit í Svøríki eiga at hugsa meira um, enn vit hava gjørt higartil, sigur Carl-Magnus Hyltenius, ið hevur verið á vitjan í Føroyum seinastu dagarnar.
Vitjanin er komin í lag í sambandi við, at Bjørn á Heygum er útnevndur generalkonsul í Føroyum, eftir at Eyðun á Rógvi Olsen hevur lagt frá sær.
Svøríki hevur havt eitt konsulat í Føroyum síðan 1930, men seinastu ferð at svenski sendiharrin var á vitjan var í 50-unum.
Hetta heldur Carl-Magnus Hyltenius vera alt ov long tíð, og tí er hann glaður um at fáa møguleikan at vitja Føroyar.
Sambandið skal betrast
Svenski sendiharrin heldur, at sambandið millum Føroyar og Svøríki kundi verið betri, og hann sigur seg vera sinnaðan at kanna møguleikarnar fyri at betra og menna hetta sambandið. Tað kann vera bæði á vinnuliga og á mentunarliga økinum.
Í sambandi við at betra mentanarliga sambandið hevur Carl-Magnus Hyltenius tosað við Helgu Hjørvar, stjóra í Norðurlandahúsinum, um at fáa lag okkurt slag av samstarvi landanna millum. Sendiharrin hevur eisini hoyrt um ætlanirnar hjá Norðurlandahúsinum við tí stóru listastevnuni.
Sendiharrin sær avgjørt ein tørv á, at Føroyar og Svøríki hava meira mentanarligt samband. Hetta kundi verið gjørt við at skipa soleiðis fyri, at listafólk, sjónleikabólkar og onnur kundu verið send til Føroyar, sum gjørdi tað sama.
? Eg fari tí at kanna, um svenska sendistovan í Keypmannahavn kann gera nakað fyri at menna sambandið og samstarvið á hesum økinum, sigur Carl-Magnus Hyltenius.
Sendiharrin greiðir frá, at hansara mál við hesi ferðini er at samband í lag við føroyingar og at styrkja tað, sum er frammanundan.
Harafturat heldur hann tað vera ógvuliga týdningarmikið við persónligum sambandi við fólk í Føroyum, og tað fær hann ikki, um hann ikki sjálvur setir fótin á land í Føroyum.
Gevandi ferð
Carl-Magnus Hyltenius sigur seg hava fingið ógvuliga nógv burturúr ferðini til Føroyar, og at hann nú hevur sett seg betur inn í føroysk viðurskifti.
? Eg havi prátað við løgmannin, løgtingsformannin og ríkisumboðið, tá eg fekk høvi til tess undir hátíðarhaldinum, og eg eri tí betri vitandi um innanhýsis føroysk viðurskifti enn áðrenn vitjanina, sigur Hyltenius. Harafturat er sendiharrin avfarina av øllum tí, Føroyar hava at bjóða og vakurleikanum í landinum.
Áðrenn Carl-Magnus Hyltenius fór avstað aftur vitjaði hann nakrar verksmiðjur, ið framleiða til útflutning, fyri at fáa eina ímynd av føroyska vinnulívinum.
Tað er eisini neyðugt, at svenski sendiharrin í Keypmannahavn kennir til allar partar av danska ríkinum, sum er hansara øki.
? Málið er at menna sambandið okkara millum, og tí er tað umráðandi at hava fólk á staðnum at taka sær av áhugamálum Svøríkis, sigur Carl-Magnus Hyltenius at enda.









