Svenski liðskiparin fer ikki heim til barnsburð

Kona svenska liðskiparan kann eiga hvørja løta tað skal verða, men hann vil spæla HM-fjórðingsfinalu

Sofie Granqvist eitur kona svenska HM-liðskiparan, Andreas Granqvist. 

 

Nógv verður samskift millum Sofie Granqvist og Andreas Granqvist, tí Sofie kann eiga hvørja løtu tað skal verða.

 

Komandi leygardag klokkan 15 skal Svøríki spæla HM-fjórðingsfinalu, og Andreas Granqvist ætlar sum liðskipari hjá svenska landsliðnum ikki at melda avboð til týdningarmesta landsdystin hjá Svøríki í 24 ár.

 

Andreas Granqvist sigur við svenskar miðlar, at tað møguliga um tíðin loyvir tí kann gerast talan um eina dagsferð við privatflogfari til Helsingborg og aftur til Russlands sama dag, um konan eigur áðrenn leygardagin, men hann leggur svenska fótbóltsalmenninginum eina við, at hann verður partur av liðnum, ið skal spæla HM-fjórðingsfinalu leygardagin.

 

Sofie Granqvist sigur, at hon stuðlar manninum, og vil ikki, at hann meldar avboð til týdningarmesta landsdystin hjá Svøríki síðani HM-hálvfinaluna ímóti Brasil í 1994.

 

- Hetta megni eg saman við familju og vinum, sigur Sofie Granqvist.