Svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersso, var skelkaður, tá hann í kvøld hitti fjølmiðlar eftir avbrotna EM undandystin ímóti Beliga í Brússel.
Undan dystinum blivu tveir sviar skotnir til deyða í belgiska høvuðsstaðnum, men tey bæði liðini náddu at spæla fyrra hálvleik, áðrenn tey í steðginum steðgaðu dystinum.
– Eg var tað at vita, tá eg kom til steðgin. Beint nú føli eg, at tað er púra óveruligt. Hvat er tað fyri ein verð, vit liva í í dag? Spyr Janne Andersson retoriskt á tíðindafundinum sambært tíðindastovuni TT.
– Avgerðin hjá spælarunum og leiðarum, bæði okkara og hjá Belgia, var púra greiður, at vit ikki kundu spæla dystin.
– Eg er øgiliga keddur av hesum. Tað er sera syrgiligt, og eg hugsi um tey raktu og tey avvarðandi, segði Janne Andersson.
Svenski Manchester United-spælarin, Victor Lindelöf var eisini púra avgjørdur um, at dysturin skuldi blásast av.
– Vit vóru púra avgjørdir um, at vit ikki vildu spæla víðari, og tað vóru belgisku spælararnir við uppá, sigur Victor Lindelöf sambært TT.
Dysturin hevði ikki týdning í bólkinum, tá Belgia og Eysturríki høvdu tryggjað sær tey bæði plássini, sum geva atgongd til EM næsta summar.
Støaðn í Brússel var 1-1, tá dysturin varð steðgaður.
/ritzau/