Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Janne Andersson, er staðfestur positivur fyri covid-19. Tað veit Aftonbladet at siga. Í kvøld klokkan 18.30 skulu sviar spæla vinadyst móti dønum, og hetta verður so uttan svenska landsliðsvenjaran.
Janne Andersson var annars í sóttarhaldi, nú hann gjørdist staðfestur sjúkur. Orsøkin er, at onkur í nærmastu familju hansara hevur korona.
Aftonbladet endurgevur landsliðslæknan, Anders Valentin, fyri at siga, at venjarin framhaldandi er í sóttarhaldi heima við hús. Hjálparvenjarin, Peter Wettergren, fer at standa fyri svenska landsliðnum næstu tríggjar dystirnar.