Svenskarar eru klárir til landsdystin

Tað sæst aftur í býarmyndini í Tórshavn, at landsdystur millum Føroyar og Svøríki er í dag.

Umleið 170 svenskir fjepparar eru komnir til landið at stuðla svensku fótbóltshetjunum, sum spæla dyst ímóti føroyska landsliðnum í dag klokkan 17.00.

Ein stórur partur av svensku fjepparunum búgva á gistingarhúsunum mitt í býnum, og fleiri staðni síggjast svensk fløgg prýða húsaveggir.

Hóast tað hevur regnað í gjár og tíðiliga í morgun, kunnu bæði føroysku og svensku fótbóltsfjeppararnir vænta sær hampiligt dystarveður.

- Tað verður hampiligt veður, meðan dysturin verður spældur. Turt, men nakað av vindi, sigur veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen.