Svenskar kommunur keypa ikki tosk

Átakið hjá altjóða felagsskapinum WWF um ikki at keypa tosk yvirhøvur, hevur fingið átta svenskar kommunur at fylgja ráðunum Fleiri svenskar kommunur eru nú hildnar uppat við at keypa tosk til skúlar og stovnar, sum bjóða heitan mat.

Tað er átakið hjá altjóða felagsskapinum WWF um, at toskurin er hóttur, sum er orsøkin til avgerðina hjá fleiri svenskum kommunum.

WWF mælir til, at toskur slett ikki verður keyptur - og tískil heldur ikki veiddur.

Tað eru átta kommunur við svensku vesturstrondina, sum fylgja ráðunum hjá WWF og soleiðis hava gjørt av ikki at hava tosk við í síni matskrá.

Í Stokhólmi hava tey kortini ikki latið við seg koma og keypa framvegis tosk til matgerð.

WWF er heimsfelagsskapur, sum arbeiðir fyri at verja náttúru og umhvørvi.