Svenska stjórnin vil loyva kaving við Estoniu

Skaðanevndin fer at kanna eitt stórt hol, sum er funnið á síðuni á skrokkinum á ferðamannaskipinum

 

Svenska stjórnin fer at loyva kaving við ferðafólkaskipið »Estoniu« við at seta til viks lógina um gravarfrið.

Tað sigur Mikael Damberg, innanríkisráðharri, sum í dag hevði tíðindafund saman við John Ahlberk, aðalstjóra fyri Statens Havarikommission. Tað skrivar tíðindastoan TT.

Svenska skaðanevndin vil kanna eitt stórt hol, sum er funnið á síðuni á skrokkinum av »Estoniu«, sum sakk í 1994, tá 852 fólk druknaðu.

Svensku myndugleikarnir samskifta bæði við Estland og Finland um málið. Tað var í sambandi við ein dokumentar um skipsvanlukkuna, at eitt sjónvarpslið við hjálp frá kavararobottum fann holið á skrokkinum á »Estoniu«.

Holið er fýra metrar høgt og 1,2 metrar breitt.

Svenska skaðanevndin staðfesti eftir skipsvanlukkuna, at orsøkin til vanlukkuna varð, at ferjan misti bógportrið.

Ivi hevur tó leingi verið um, hvussu ferðamannaskipið kundi søkka upp á minni enn ein tíma.

Nógv tey flestu av ferðafólkunum vóru sviar.

/ritzau/TT