Svenska stjórnin fær neyvan meiriluta

Fínteljingin aftan á svenska ríkisdagsvalið gav í gjár stjórnarsamgonguni ein tinglim afturat, og sostatt vantar samgonguni nú tveir tinglimir í at fáa meiriluta í Ríkisdegnum.

Atkvøðurnar frá 5.947 av teimum 6.063 valstøðunum eru fíntaldar, og tær seinastu verða kannaðar í dag. Tá verður tað endaliga valúrslitið so kunngjørt.

Valserfrøðingurin Svante Linusson sigur við svenskar fjølmiðlar, at nú er lítið, sum bendir á, at stjórnarsamgongan fer at røkka teimum 175 tingsessunum, sum skulu til fyri at hava meiriluta.