Svenska skaðanevndin skal kanna vraki av Estoniu

Skaðanevndin skal greina skrokkin av »Esrtoniu«. Tað upplýris svenska ríkiskringvarpið eftir nýggjar sjónvarpsupptøkur.

 

 

Svenska skaðanevnidn í Stokkhólmi sigur, at greiningar av skrokkinum skulu vísa, hvussu eitt hol, sum núliga er funnið, er komið á skipið.

Tað sigur varastjórin í skaðanevndini, Jonas Bäckstrand, við Ekot-redaktiónina hjá Sveriges Radio.

##med2##

Hann sigur, at avgerð er tikin um at kava niðuraftur til skipið.

– Í fyrstu syftu snýr tað seg um – út frá tekningum og øðrum upplýsingum um konstruktiónina av skipinum og materiale – at greina, hvørjar kreftir, sum kunnu hava skapt holið í skrokkinum, og hvørjir møguleikar eru sannlíkir fyri at holið er komið á skipið, sigur Jonas Bäckstrand.

Hann útilokar ikki, at avgerð kann verða tikin um at kava av nýggjum niður til skipið.

Upptøkur frá dúkkararobotti hava avdúka eitt fýra metrar stórt hol í stýriborðssíðu á Estoniu.

Upptøkan er gjørd av filmsliðnum handan dokumentarin »Estonia«.

852 fólk doyðu, tá ferjan gekk burtur.

/ritzau/TT