Eitt íløgufelag ákærir Nordea fyri at bróta reglarnar um hvítvasking. Ákæren er send bakmanspolitinum.
Svenska bakmanspolitiið hevur fingið skjøl um møguliga hvítvasking í Nordea.
Tað upplýsir svenska bakmansplotiið, Ekobrottsmyndigheten. Tað skrivar tíðindastovan TT.
– Vit kunnu vátta, at vit hava fingið skjølini. Vit kanna tey saman við ákærumyndugleikanum.
– Skjølini skulu fyrst og fremst eftirkannast fyri at finna fram til, hvør myndugleiki skal kanna tey nærri, sigur Niklas Ahlgren, fjølmiðlafólk, við TT.
Tað er sambært Børsen íløgufelagið Hermitagte Capital Management, sum hevur sent skjølini.
Pappírini vísa, at Nordea kann hava brotið reglarnar um hvítvasking av pengum.
Íløgufelagið hevur funnið illgrunasamar flytingar fyri 1,1 milliard krónur. Tað er gjørt umvegis 365 kontur í deildum hjá Nordea í Skandinavia.
Nordea veit um ákærurnar. Bankin vil av prinsippiellum orsøkum ikki viðmerkja viðurskifti hjá viðskiftafólkum. Noreda hevur tí einki at siga um ákærurnar.
Men bankin vissar um, at hann samstarvar við myndugleikarnar í øllum londum, har hann er.
– Sum liður í dagliga arbeiði okkara at stríðast ímóti lógarbrotum kanna vit alsamt kundavirksemi, skrivar Nordea í telduposti til Ritzau.
– Í teimum førum, har vit halda, at flytingar eru illgrunasamar, boða vit mydugleikunum frá.
Í 2015 fekk Nordea eina bót upp á 36 milliónir krónur. Bótin var frá svenska fíggjareftirlitinum. Hon var fyri brot á reglarnar um júst hvítvasking.
Hermitage Capital Management hevur eisini havt ein lut í málinum um hvítvasking í Danske Bank í Estlandi. Stjórin í grunninum, William Browder, meldaði Danske Bank til Bakmanspolitiið í Danmark.
Hann hevur fyrr meldað 26 starvsfólk í Danske Bank í Estlandi til løgregluna.
/ritzau/