Løgreglan sveik. Tað er niðurstøðan hjá svensku fjølmiðlunum og fleiri svenskum politikarum aftan á morðið á Onnu Lindh, uttanríkisráðharra.
Dan Eliasson, sum er ríkisskrivari í løgmálaráðnum, sigur við Dagens Nyheter, at tað er neyðugt at umskipa arbeiðsháttin hjá trygdarløgregluni Sæpo, tí eingin ivi kann vera um, at tá ein ráðharri verður myrdur, hevur trygdarløgreglan svikið, sigur hann.
Formaðurin í lógarnevndini hjá Ríkisdegnum, Johan Pehrsson, heldur, at trygdarløgreglan undirmetti vandan fyri, at Anna Lindh kundi verða álopin. Sæpo helt ikki, at nakar vandi var á ferð, men nú er Anna Lindh deyð, sigur Johan Pehrsson.
Svensku fjølmiðlarnir eru á einum máli um, at trygdarløgreglan sveik, og teir finnast eisini at arbeiðinum hjá løgregluni aftan á morðið. Dagens Nyheter vísir millum annað á, at løgreglan stongdi ikki vegirnar og jarnbreytirnar út úr Stockholm, og at drápsmaðurin tí fekk góðar stundir at sleppa sær úr høvuðsstaðnum, ætlaði hann tað.
Heldur ikki læknarnir á Karolinska sjúkrahúsinum sleppa undan atfinningum. Víst verður á, at Anna Lindh doyði klokkan hálvgum seks hósmorgunin, men at deyðsboðini vórðu ikki borin almenninginum fyrr enn fýra tímar aftaná.
Lesið meiri um Lindh-morðið á teimum báðum næstu síðunum.










