Svenska krónan minni verd enn nakrantíð

Ongantíð fyrr hevur svenska krónan verið so lág mótvegis evruni og dollaranum, sum hon er nú. Í gjár kostaðu 100 svenskar krónur bara 64,95 danskar krónur, og tað er 18 prosent minni enn fyri einum ári síðani, tá 100 svenskar krónur kostaðu næstan 80 danskar.

Fallið á svenska gjaldoyranum hongur saman við, at nýggj og óvæntað vánalig tøl eru komin fram um búskaparvøksturin í Svøríki.

Fyri tveimum vikum síðani koyrdi svenski tjóðbankin, Riksbanken, rentuna niður í helvt, so hon fór úr tveimum niður í bara eitt prosent.

Fleiri eygleiðarar vænta nú, at tá næsti rentufundurin verður tann 21. apríl, verður rentan møguliga koyrd heilt niður á 0,75 prosent.