Svenska kirkjan vil hava kynsóheftan Gud

Orðingin »Faðirin og sonurin« skal strikast fleiri staðni

Svenska fólkakirkjan ætlar at gera Gud meiri kynsóheftan, og í nøkrum førum skal orðingin »Faðirin og sonurin« strikast, og onnur orð brúkast ístaðin. Hetta skal gerast fyri at fevna breiðari við boðskapinum.

Tað skrivar Kristeligt Dagblad í dag.

Í staðin fyri at innleiða gudstænastur við orðingini »Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga andans« er uppskotið at brúka orðingina »Í navni Guds, tí tríeinda«.

Í 30 ár hevur verið tosað og kjakast um nýggja kirkjuhandbók í Svøríki, sum skipar kirkjuligu trúargerðirnar. Kirkjuhandbókin, sum kann samanlíknast við altarbók á okkara leiðum, er nú til viðgerðar á hægsta stigi í svensku kirkjuni, og semja er langt frá um nýggja málpolitikkin.

– Kirkjan hevur altíð havt ein týðandi leiklut í fatanini av kynunum, og tað er bara gott, um okkurt nú verður broytt, hóast eg haldi, at meira skal til, sigur Gunilla Thorgren, rithøvundur av bókini »Guds olydiga revben«.

Presturin Mikael Löwegren heldur lítið um ætlaðu broytingarnar.

– Tú nertir við tað innasta í kristnu trúnni og spurningin um, hvør Gud er, og har hava politiskar ætlanir einki at gera. Hetta er ein roynd at leggja dagsins siðvenjur niður yvir trúnna, og tað kann bara skaða kirkjuna, sigur Mikael Löwegren við Kristeligt Dagblad.

Christer Pahlmblad, sum er dosentur í teologi á lærda háskúlanum í Lund, heldur, at ætlaðu broytingarnar í kirkjuhandbókini virða ikki søguna.

– Tú kanst ikki broyta 2000 ára gamla trúarlæru, hóast tú roynir tað. Tú undirgrevur læruna um tríeindina og felagsskapin við aðrar kristnar kirkjur. Tað er ikki snilt, um svenska kirkjan verður tann fyrsta kirkjan, sum verður kend fyri ikki at virða okkara felags trúararv, sigur Christer Pahlmblad við Kristeligt Dagblad.