Svenska ferðaliðið kannar barnamorð

Løgreglan í Skåne í Suðursvøríki hevur nú biðið tað serliga ferðaliðið hjá ríkisløgregluni um hjálp til at fáa greiði á, um tann fýra ára gamli drongurin, sum varð funnin deyður sunnudagin, veruliga bleiv myrdur. Tað kunngjørdi løgreglan á einum tíðindafundi í dag.

Í morgun kom fram, at tað var kanska atburðurin hjá einum øðrum barni, sum gjørdi, at tann fýra ára gamli doyði, men á tíðindafundinum vildi ákærin, Yvonne Rudingsson, ikki gera nakrar viðmerkingar til tey tíðindini. Talsmenn hjá løgregluni søgdu tó, at tað er ikki óhugsandi, at børn eru uppi í málinum.

Umleið 30 løgreglufólk arbeiða við málinum, og higartil eru umleið 100 fólk avhoyrd.