Svenska fótbóltssambandið missir miljónir, um landsliðið kiksar

Fyri aðalskrivaran í svenska fótbóltssambandinum; Sune Hellströmer er støðan púra greið. Tað verður ein dyggur fíggjarligur smeitur, um Svøríki kiksar kvalifikasjónina til EM-endaspælið í Eysturríki og Sveis komandi summar. Tosað verður um eina upphædd uppá 30 miljónir svenskar kr. (uml. 25 DKK). Svenska fótbóltssambandið hevði ein vinning uppá 33 miljónir kr. uppá EM-endaspælið í Portugal, í 2004. Tá kom Svøríki í fjórðingsfinaluna. UEFA gevur eina grundupphædd til londini, sum vinna seg víðari í EM-endaspælið. Liðini sum vinna seg víðari úr bólkaspælinum í einum endaspæli fáa so eina enn størri upphædd. Í Danmark hevur DBU longu fingið krøv um avsláttur frá sponsorunum. Fiasko kostar!