Á fundi í svenska fótbóltssambandinum ígjár var samtykt at útseta svensku fótbóltskappingina í tveir mánaðir við atliti til Corona-smittuna.
Brandur Hendriksson Olsen hjá Helsingborg, og allir hinir spælararnir í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni skuldu byrja kappingina 3. apríl.
Nú verður kappingarbyrjanin í teimum ymisku fótbóltsdeildunum ikki fyrrenn seinast í mai, og fyrst í juni.
Sambært svenska blaðnum, Expressen var breið semja millum svensku fótbóltsfeløgini um at útseta kappingarnar í teimum bestu fótbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum.
Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen má sostatt brynja seg við toli til at fáa sína debut í Allsvenskuni.
Helsingborg skuldi eftir upprunaligu kappingarskipanini spæla fyrsta dystin í Allsvenskuni í ár á heimavølli 5. apríl á Olympia vøllinum í Helsingborg móti Varbergs IF.