Svenski ráðharrin metti seg at hava fingið eitt betri innlit í føroyska samfelagið og samstarvsmøgleikar millum londini bæði. Eisini var hon sera hugtikin av øllum tí, hon hevði sæð og upplivað, skrivar landsstýrið á heimasíðu síni.
Áðrenn Ewa Björling fór avstað úr Føroyum, var farið út í Koltur, har bóndahjúnini Bjørn og Lükka Patursson tóku ímóti og vístu m.a. svenska fylginum umvælda býlingin Heima í Húsið umframt tað serstaka teigalendið.
Svenski handilsmálaráðharrin fór síðan avstað við flogfarinum hjá svensku stjórnini, meðan restin av svenska fylginum fór til Bíggjar at vitja Hiddenfjord, umframt at farið var út í Tindhólm í dýrdarveðrinum.
Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, var vertur fyri vitjanini saman við Johan Dahl vinnumálaráðharra.
Landsstýriskvinnan var eisini sera væl nøgd við vitjanina og væntar og vónar, at vitjanin bæði kann ávirka føroyskan sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum positiva vegin, umframt at mál av felags áhuga verða loyst.
Svøríki hevur ein týdningarmiklan leiklut í spurninginum um føroyskum sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og tí hevði vitjanin stóran týdning.
Samstundis vónar Annika Olsen, at vitjanin hevur verið við til at styrkja tey handilssambond, sum longur eru millum londini, umframt at nýggjar dyr verða latnar upp við hesi vitjanini, skrivar tinganes.fo.