Svensk sjónvarpsrás ger kvinnuliga útgávu av sendingini "Blachman"

Heldur øðrvísi sendingin á DR2, sum eitur "Blachman" hevur skapt øsing í Danmark og í Svøríki. Nú svarar ein svensk sjónvarpsrás aftur, og ger eina kvinnuliga útgávu av sendingini.

 

Í sendingin "Blachman"er tað X-Factor dómarin, Thomas Blachman, og ein gestur, sum umrøða naknar kvinnur. Kvinnur í øllum aldri koma inn í upptøkuhølið, har Blachman og ein mannligur gesturin sita á einari sofu, og síðani práta teir um kroppin, um kvinnur, um sex og mangt annað.

 

Hetta hevur skapt øsing í Danmark og Svøríki, og danska kringvarpið DR hevur fingið stóran kritikk av sendingini.

 

Í síðstu viku langaðu fleiri mentanarkjakarar í Svøríki eftir sendingini "Blachman". Mentanarredaktørurin í svenska blaðnum Expressen, Jens Liljenstrad, sigur í dag soleiðis.

- Danir uppfata seg sjálvan sum evropeiskir anarkistar, og mentanin hálovar normloysi. Tað er eitt slag av donskum sex og pornoliberalismu, har øll mørk eru tikin burtur, sigur hann.

 

Nú heldur ein svensk sjónvarpsrás, at menninir skulu í somu støðu. Tað er svenski sjónvarpsverturin Jenny Strømstedt sum í gjárkvøldið sat saman við songkvinnuni Maja Ivarsson, og umrøddi snillin og kynshárini hjá einum naknum manni, sum í tøgn stóð frammanfyri teimum.

 

- Vit sóu "Blachman" eins og øll onnur, og danir gera øll tey mistøk, sum man kann gera. Tað tykist næstan sum, at danir gera tað við vilja, sigur svenski framleiðarin Henrik Johnsson við Dagens Media í Svøríki.

 

Henrik Johnsson sigur eisini, at tey ikki hava ætlanir um at gera fleiri slíkar sendingar. Innslagið kann síggjast á svensku síðuni hjá TV4.