Fyrrverandi svenski mentamálaráðharrin, Bengt Gøransson, sum eisini hevur verið stýrisformaður fyri Norðurlandahúsið, hevur fyrilestur í Listaskálanum í Havn tann 8. mai Bengt Gøransson var svenskur mentamálaráðharri frá 1982 til 1991 og hann var eisini undirvísingarmálaráðharri frá 1989 til 1991. Hann var limur í ríkisdegnum frá 1985 til 1991, valdur fyri sosialdemokratiska flokkin.
Bengt Gøransson hevur eisini verið formaður í svenska Norrøna Felagnum.
Bengt Gøransson er frálíkur fyrilestrarhaldari, humoristiskur og hann sær oftast málini úr einum øðrum sjónarhorni enn onnur. Hann dugur væl at gera torgreiðar spurningar so einfaldar, at øll skilja teir.
Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri fyrilestrinum í Listaskálanum hósdagin. Fyrilesturin er almennur, og hann byrjar kl.18.00.









