Jennifer Wadstén, ið er 26 ár og úr Svøríki, er garrvillur Liverpool-fjeppari. Hon heldur so nógv av hjartafelagi sínum, at hon vil giftast á Anfield Road og fáa YNWA, sum stendur fyri You'll never walk alone, rist í hjúnarringin. Tað skrivar Liverpool Echo á heimasíðu síni.
Hon hevur tó ikki funnið sær prinsin á hvíta hestinum enn. Men hon sóknast eftir honum, og hann skal ikki klára meira enn at fylla hesi fimm krøvini, ið Wadstén ásetur:
1: Elskar tú Liverpool?
2: Ert tú eldri enn 25 ár?
3: Tekur tú eitt illveðursvikuskifti í Onglandi fram um eina viku á all-inclusive gistingarhúsi í Bahamas?
4: Dámar tær øl?
5: Klárar tú at liva við, at Liverpool altíð kemur fram um alt annað?
Við Liverpool Echo sigur Wadstén, at fimti spurningurin hevur størstan týdning. Ein framtíðar maki má til eina og hvørja tíð liva við, at Liverpool verður tikið fram um hansara tørvir, sigur hon.
Jennifer Wadstén fortelur eisini, at fleiri menn, ið lúka tey fimm krøvini, hava skrivað til hennara. Millum annað: ,,Bíða, eg má líka fara frá konuni áðrenn", ,,hvar hevur tú verið alt mítt lív?" og ,,ert tú verulig?".
Helst eru nógvir stakir, mannligir Liverpool-fjepparar, ið megna at lúka krøvini hjá Jennifer Wadstén - bæði føroyskir og útlendskir.









