Svøríki kann í framtíðini vænta fleiri royndir upp á sabotasju og fleiri cyberálop, sum stava úr Russlandi.
Tað metir svenska fregnartænasta Säpo. Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Sum heild væntar Säpo, at Russland fer at økja um fregnarvirksemi móti Svøríki. Tað sigur Charlotte von Essen, sum er trygdarstjóri í Säpo.
– Vit kunnu rokna við, at russiskt fregnarvirksemi økist – men eisini annað trygdarhóttandi virksemi – fer at vaksa, sigur hon á ein i verjuráðstevnu í býnum Sälen sambært TT.
Frágreiðingin upp á øktu hóttanarstøðuna er millum annað sambært TT, at Svøríki vil vera partur av vesturlendsku verjusamgonguni Nato.
Säpo ávarar ímóti, at Russland brúka hættir sum at spreiða miskunning, cyberálop og sabotasju fyri at fáa ójavnvág í.
Tað kann vera bæði virksemi, sum fer fram í Svøríki, og virksemi, sum verður stýrt úr Russlandi, sigur Charlotte von Essen.
/ritzau/
##med2##