Svensk embætisfólk brúka svart arbeiði

Ein stórur partur av teimum ovastu embætisfólkunum í svensku stjórnarumsitingini hava goldið fyri svart arbeiði

Tann seinasta vikan hevur verið strævin hjá svenska forsætisráðharranum, Fredrik Reinfeldt.

 

Fyrst komu myndir, sum vístu, at hansara næsti medarbeiðari, ríkisskrivarin Ulrica Schenström, hevði sitið og fjasað við einum tíðindamanni á einum vertshúsi um somu tíð, sum hon hevði ovastu ábyrgdina av landsins krepputilbúgving.

 

Reinfeldt hevði vallað fingið tað málið av vegnum, tá fjølmiðlarnir avdúkaðu, at Nicola Clase, sum júst hevði tikið við eftir Ulriku Schenström, hevði havt fólk í arbeiði og goldið teimum svarta pengar afturfyri. Millum annað hevur hon havt fólk til reingerð og barnaansing og golfið teimum 60.000 krónur uttan um skattaskipanina.

 

Blaðið Expressen skrivar, at Nicola Clase er kanska tann størsti syndarin, men einsamøll er hon ikki. Tí sambært blaðnum hava 15 av teimum 33 ríkisskrivarunum havt fólk í arbeiði og goldið teimum samsýning uttan um skattaskipanina.