Ein svensk bilferja er í havsneyð nærhendis Álandi Ferjan sendi neyðarkall, tí eldur var komin í maskinrúmið, so tann elektriska skipanin virkaði ikki.
Tey 11 ferðafólkini eru farin av skipinum, men manningin, sum telur 24, er framvegis umborð.
Svenska tíðindastovan skrivar, at ein sleipibátur er á veg úr Mariehamn í Álandi til ferjuna.










