Fótbóltur
Talan er um eina útgávu, sum íalt rúgvar 162 síður, og har svenski rithøvundurin lýsir Føroyar við serligum atliti til føroyskan fótbólt.
Við fótbóltspartinum er talan fyri tað nógva um eina aktuella støðulýsing, har útgangsstøðið verður tikið í seinastu kappingarárunum í Formula-deildini. Men rúm er sjálvandi eisini fyri nakað av nostalgi.
Hartil tekur høvundurin eisini fleiri áhugaverd evni upp, so sum fíggjarstøðuna hjá ymisku feløgunum, útlendsku ávirkanina í Føroyum og søguna hjá føroyskum feløgum í europiskum høpi.
At enda í bókini verður eisini skrivað nakað um samfelagslið viðurskifti í Føroyum. Hetta fyri eisini at geva lesarunum eina fatan av, hvat tað er fyri eitt lítið samfelag, sum liggur her í norðara partinum av Atlantshavinum.